Norðurlandahúsið, 19.-20. januar 2018
Menu toggle

Um GLS

Tað byrjaði í Chicago í USA við 2200 leiðarum frá 300 savnaðum í 1995. Nú røkkur Global Leadership Summit umleið 500 býum í yvir 95 londum. Fleiri milliónir av fólki hava fingið íblástur til leiðslu, og fyri nógv hevur GLS havt avgerandi týdning í teirra lívi.

Fyrsta GLS leiðsluráðstevnan varð hildin í Føroyum í 2008.

GLS hevur hesi árini savnað leiðarar innan kirkjur/samkomur, vinnulív, sjálvbodnar felagsskapir eins og politiskar leiðarar til leiðslumenning og felagsskap við støði í kristna boðskapinum. Afturmeldingarnar hava sum heild verið sera jaligar.

Fyrilestrarnir eru tiknir upp á árligu GLS ráðstevnuni í Chicago. Á GLS í Føroyum verða nakrir av hesum fyrilestrum valdir út og vístir á stórskíggja við føroyskum undirteksti. Harumframt er vanliga ein føroyskur røðari á ráðstevnuni.

Í nevndi fyri GLS Føroyar eru:
Stig Elttør (formaður), Kristian Østergaard, Jóhannus Martin Olsen, Jógvan Andersen, Helga Nordendal, Rúni Olsen, Ólavur í Geil, Ann Dahl Hansen, Hildigunn Steinholm og Asbjørn Mikkelsen.

Orsøkir at luttaka

Missiónin hjá GLS er at geva íblástur og menna leiðarar kring allan heim við árligari birtan av visjón og amboðum til førleikamenning.

Toymisarbeið
Betri toymisarbeiði, økt arbeiðsgleði og framleiðsla
83%
Munadyggari
Luttakarnir siga, at fyritøkan er munadyggari, orsaka av eini greiðari visjón
61%
Størri týdning
Luttakarar føla eina størri kenslu av týdningi og nøgdsemi
87%
Betri leiðarar
Luttakarar føra ítøkiligt fram hvussu teirra vegleiðarar eru vorðnir betri leiðarar
81%

Skrá


Nærri skrá verður tøk 1. desembur.

Nærri skrá verður tøk 1. desembur.

Bill Hybels

Stovnari og høvuðspastorur í Willow Creek Community Church

Sheryl Sandberg

Framleiðslustjóri á Facebook

Marcus Buckingham

Metsøluhøvundur, stovnari av the Marcus Buckingham Company

Joni Earekson Tada

Stovnari og fyrisitingarstjóri av Joni and Friends International Disability Center

Laszlo Bock

Høvuðsráðgevi á Google; Metsøluhøvundur

Immaculée Ilibagiza

Talsmaður fyri friði og fyrigeving; metsøluhøvundur

Gary Haugen

Stovnari og fyrisitingarstjóri av International Justice Mission

Bryan Stevenson

Stovnari og leiðari av Equal Justice Initiative

Sam Adeymi

Stovnari og høvuðspastorur Daystar Christian Centre í Nigeria

Evnir

Røðararnir geva tær eina serliga blanding af visjón, íblástri og praktiskum førleikum, sum tú kanst nýta beinanveg. Nøkur av evnunum, sum lýst verða:
Ger tað týdningarmesta fyrst
Amboð, ið fremja toymisarbeiði
At stýra trygt gjøgnum mentanarmunir
At gagnnýta megina í kensluligum intelligensi
Innihaldið í kúvendingum, sum eydnast
At byggja mentanir, sum virðismeta dugnaskap

Video

Einstaklingur
1.000,-

Vilt tú heldur ringja og skráseta teg?
Ring á 29 29 80 ella send eini boð á gls@gls.fo

Prísurin hækkar til 1.200 kr. 1. desembur.

Tilmelding

Kunning

Ofta spurdir spurningar
Hvar & nær
Tilmelding
Skrá
Prísur
Gisting
Avlýsing

Header

  • Nær er GLS?

    Næsta GLS verður fríggjadagin og leygardagin, 19.-20. januar 2018 í Norðurlandahúsinum.

    Tilmelda her

Header

  • Hvussu tilmeldi eg meg til GLS?

    Tú kanst tilmelda teg til á netinum her: GLS 2018

    Hevur tú ikki møguleika at tilmelda teg á netinum kanst tú ringja á 29 29 80 ella skriva eini boð á gls@gls.fo.

Header

  • Nær verður fulla skráin tøk?

    Meiri útgreinað skrá verður tøk í desembur.

  • Verða fyrilestrarnir sendir beinleiðis frá Willow Creek?

    Fyrilestrarnir verða ikki sendir beinleiðis frá Willow Creek.
    Allir fyrilestrarnir, sum verða vístir í føroyum eru útvaldir og tekstaðir til endamálið.

Header

  • Hvat er kostnaðurin fyri at vera við á GLS?

    Kostnaðurin at verða við á GLS Føroyum er 1.000 kr. Prísurin hækkar til 1.200 kr. 1. desembur 2017.

  • Hvat er við í prísinum?

    Tilmeldingin til ráðstevnuna umfatar eisini mat, drekka og ráðstevnuhefti.

Header

  • Hvar kunna vit gista?

    Hotellini í Tórshavn bjóða luttakarunum til GLS sertilboð uppá gisting vikuskifti 19. – 21. januar 2018.

    Tá ið bílagt verður skal viðmerkjast at tað er í samband við GLS.

    Hotel Streym

    Einkultkamar 595 kr. pr. nátt
    Dupultkamar 795 kr. pr. nátt

    Hotel Føroyar

    Einkultkamar 800 kr. pr. nátt
    Dupultkamar 900 kr. pr. nátt

    Bílegg kamar her

    Hotel Tórshavn

    Einkultkamar 700 kr. pr. nátt
    Dupultkamar 900 kr. pr. nátt

    *Morgunmatur er íroknaður øllum prísunum.

Header

  • Kann eg avlýsa mína luttøku?

    Tað er møguligt at avlýsa tína luttøku fyri 250,-. Seinasta freist at avlýsa er 15. desembur.

  • Framvegis spurningar?

    Send ein teldupost ella ring á 29 29 80.