Øll hava ávirkan
Tú kanst hava gagnliga ávirkan á títt samfelag og allan heimin. Sama hvar tú hevur ávirkan - í familjuni, skúlanum, arbeiðsplássinum ella í samkomuni. Øll vinna tá ein leiðari gerst betri.
Vit læra alt lívið, og vit leiða har vit eru, so ella so. Tí haldi eg, at GLS er eitt kærkomið tilboð, sum kveikir áhuga og skapir læring, sum eg í breiðari merking kann flyta yvir á ymiskliga og litríka lívið við leiðslu í huga. Løturnar gera meg forvitna at vita meira um praktisku amboðini og tankarnar, sum orð verða sett á – bæði tá ið eg komi heim og fari aftur til arbeiðis. Samstundis er hetta ein spennandi pallur við føroyskum og útlendskum røddum, sum geva mær íblástur at royna okkurt nýtt ella at gera broytingar.
Tóra við Keldu
Lærari og forkvinna í MEGD
GLS er so týdningarmikið fyri Føroyar. Vit hava brúk fyri góðum leiðarum á øllum økjum í okkara landi og hetta haldi eg, at GLS er við til at gera. GLS hevur verið við til at menna og tilgera meg sum leiðara. Fyrilestrarnir hava bjóða meg av og sett mínar tankar ígongd, sum hevur verið við til at gera meg til ein betri leiðara.
Helena Zachariasen
Guðfrøðilesandi